Dagstovnurin í Løkjatúni

Virðisgrundarlagið

Okkara virðisgrundarlag byggir á virðing, viðurkenning og javnvirði.

  • Aldursuppbýtar stovur, har umsorgan, tryggleiki og álit er grundarlag undir øllum virksemi.
  • Eitt námsfrøðiligt virksemi, sum broytist og mennist í tráð við aldur og menning hjá barninum.
  • Ein felagsskap, har rúmd er fyri fjølbroytni og ymisleika.
  • Ein gerandisdag, har barnið er við til at mynda og hava ávirkan á innihald. Vit brúka náttúruna sum rørslurúm og granskingarrúm.
  • Opið og álitismerkt samskifti millum stovn og foreldur
  • Ein starvsfólkabólk, sum er í støðugari menning, sum sær reflektión og eftirmeting yvir egna praksis sum ein týðandi part av arbeiði sínum.