Dagstovnurin í Løkjatúni

Stovnurin

Dagstovnurin í Løkjatúni er ein kommunalur ansingarstovnur undir Tórshavnar kommunu. Stovnurin varð tikin í nýtslu í august 2004. Stovnurin er normeraður til 66 børn: 26 vøggustovubørn og 40 barnagarðsbørn. Í løtuni eru 9 námsfrøðingar og 5 hjálparfólk í starvi á stovninum.

Stovnurin er skipaður við tveimum vøggustovum við børnum í aldrinum 1/2  til 3 ár, og við tveimum barnagarðsstovum, sum eru aldursuppbýtar.

Løkjastova og Sandástova eru stovur fyri tey sum eru ½ ár til 3 ára gomul

Høvuðsuppgávan er at geva børnunum eina góða, róliga og vælskipaða byrjan upp á dagstovnalívið. Vit hava fastar gerandisvanar, og hava virksemi, sum er mennandi fyri teir persónligu og sosialu førleikarnar hjá teimum minstu. Umsorgan, tryggleiki og nærleiki er tað yvirskipaða, sum vit leggja dent á í vøggustovuni.

Uppgávan er at seta saman ein avbjóðandi, gevandi og hendingaríkan gerandisdag. Fastir vanar hava týdning, umframt kunnleikin til tað einstaka barnið, tá vit fyrireika tað námsfrøðiliga virksemið. Umsorgan og vegleiðing í einum tíðarskeiði, sum er merkt av sjálvstøðugerð og tilvitan um seg sjálvan.

Traðastova er stovan fyri tey frá 3 - 4 ára gomlu

Høvuðsuppgávan er at byggja víðari á ta menning og teir vanar, sum eru mentir í vøggustovunum, samstundis sum at børnini fáa størri frælsi og ábyrgd. Tey sleppa at møta nýggjum avbjóðingum. Umsorgan og vegleiðing í eini tíð, har "eg í felagsskapinum" byrjar at fylla.

Kongastova er stovan fyri tey frá 4 - 6 ára gomlu

Høvuðsuppgávan er at skapa eitt umhvørvi, har barnið fær mennandi avbjóðingar innan tað sosiala, málsliga og kropsliga økið í mun til sítt egna støði. Tað, at barnið mennir síni bindindi og sína ábyrgdarkenslu. Karmar sum geva rúm til forvitni og undran, og stuðla sjálvbjargnismenningin hjá einstaka barninum og bólkinum.