Dagstovnurin í Løkjatúni

Námsfrøðingar og avloysari

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin í Løkjatúni eftir námsfrøðingum at byrja 2. januar 2019.

Einum námsfrøðingi til farloyvisstarv í barnagarði 35 tímar um vikuna. Starvið er frá 2. januar 2019 til 1. januar 2020.

Einum námsfrøðingi til vøggustovu 25 tímar um vikuna.

Vit søkja eisini eftir einum føstum avloysara.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Okkum tørvar námsfrøðing, sum vil arbeiða samsvarandi okkara virðisgrundarlagið og námsætlan, sum eru áhugaði í at arbeiða við verkætlanum og at skapa eitt mennandi læringsumhvørvi fyri børnini.

Vit vænta at tú

  • hevur eina jaliga menniskjaáskoðan
  • dámar at vera saman við børnum
  • hevur góðar samstarvsførleikar
  • dugir at vera reflekterandi yvir egna praksiser áhugaður í fakligari menning
  • kann arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis tú megnar at varðveita yvirlitið, tá á stendur

Vit kunna bjóða eitt starv, har

  • Tú hevur møguleika at ávirka tína egna arbeiðsdag
  • Tú kemur at vera partur av einum toymi og arbeiða skiftandi vaktir
  • Vit kunnu bjóða tær eitt fakligt kveikjandi umhvørvi
  • Eitt umhvørvi, sum grundað á okkara virðisgrundarlag – virðing, viðurkenning og javnvirði

Hevur tú hug til at vera við til at geva børnunum í Løkjatúni eitt spennandi og avbjóðandi læruumhvørvi, so send okkum eina umsókn!

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn

Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum skal sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi týsdagin 11. desember 2018.

Setanarsamrøður vera í viku 50.

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at vitja heimasíðuna www.lokjatun.fo, ella við at venda sær til Sigrun. D. Magnussen, stovnsleiðara, telefon 214227, sigrunma@torshavn.fo.