Dagstovnurin í Løkjatúni

Mándagin 17.08.20 lata vit varisliga uppaftur

14. aug 2020

https://www.torshavn.

Vit opna mánadagin 17. august

 

Í tí sambandi hevur Tórshavnar Kommuna gjørt hesi tilmæli:

Børnini skulu ikki hava leikur við á stovn.


Børnini skulu hava tveir matpakkar við, ein til millummála og ein til á middegi.
Starvsfólk skulu spritta allar yvirflatir, vesir, handtøk og kontaktir tvær ferðir um dagin.


Foreldur at fleiri børnum skulu avlevera børnini í durinum.


Starvsfólkafundir, foreldarfundir og onnur líknandi tiltøk skulu avlýsast ella umskipast soleiðis at frástøðan kann haldast. Mælt verður tí til, at neyðugir fundir verða hildnir uttandura í frástøðu ella við at nýta telduskipanir.


Børnini skulu altíð hava nokk av skiftiklæðum, regnklæðir, gummistylvar og heit klæðir við, tí mælt verður til, at børnini eru úti, so nógv sum til ber.


Foreldur verða biðin um at siga frá hjá leiðaranum, nær børn teirra koma á dagstovnin hvørja viku, soleiðis at dagstovnaleiðarir hava møguleika fyri betri at skipa dagliga virksemið.


Foreldur, sum avlevera børn síni um morgunin skulu avlevera matpakkar til starvfólki hjá barninum og ikki fara inn á stovnin.


Vit mæla foreldrum til at brúka masku/munnbind tá komið verður á stovn og tá heintað verður.
 

Eisini minna vit á, í sambandi við ferðing uttanlands, at epideminevndin mælir til, at man heldur seg heima til kanningin á sætta degi fyriliggur negativ. Hetta er galdandi fyri bæði børn og starvsfólk.


Skrivað: weihe

Seinastu tíðindi

Mándagin 17.08.20 lata vit varisliga uppaftur
14.08.2020
Einki dagstovnagjald fyri mai
01.05.2020
Her er kunningin frá Tórshavnar kommunu
13.03.2020
kunning um skerdu stovnsviðurskiftini liggja á heimasíðuni í morgin 13.03.20
12.03.2020
Føstulávintshald 24.02.20
18.02.2020
Sigrun gevst
11.12.2019
Stongt!
21.11.2019