Gott nýggjár:-)
Góðu foreldur:-)
Gott nýggár! Eg vóni tit øll hava havt eina deiliga høgtíð, og eru komin væl inn í tað nýggja árið:-)
Vit eru so smátt við at koma á lagið aftur her í húsinum. Gerandisdagurin er byrjaður aftur.
Eg vil minna á, at vit halda áfram eftir teimum tilmælum, sum longu verða fylgd, viðvíkjandi korona.
Tit hava verið so ófør og hjálpsom. Takk fyri tað!
Vit fara framhaldandi at.
Vaska hendurnar tá vit møta á stovninum,
Forledur steðga á í durinum, koma ikki inn úm durin, uttan vit hava avtala frammanundan.
Starvsfólk taka ímóti matpakka og klæðum í durinum.
Nýggjastu tilmælini frá Tórshavnar kommunu:
Tað verður framhaldandi mælt til at foreldur halda børn síni heima, til sætta dags koronakanningin vísir eitt negativt úrslit, um so er at onkur húsarhaldinum hevur verið og ferðast.
Sama er galdandi um húskið fær vitjan úr útlondum, so eru reglurnar fyri heimauppihaldið galdandi fyri børnini eisini.
Vinaliga
Berit