Dagstovnurin í Løkjatúni

Her er kunningin frá Tórshavnar kommunu

13. mar 2020

Kunningarskriv til stovnsleiðslur

Myndugleikarnir hava tann 12. mars gjørt av, at øll børn á Barna- og ungdómsøkinum skulu vera heima við hús skjótast til ber og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars 2020.

Hetta merkir, at allir stovnar skulu frá í seinasta lagi mánadegnum 16. mars og í 2 vikur fyribils avmarka virksemi sum allar mest. Foreldrini skulu kunnast um, at børnini skulu vera heima og annars fylgja teimum tilráðingum, sum koma frá heilsumyndugleikunum so hvørt.

Í hesi kreppustøðuni allur heimurin er komin í, verður neyðugt, at ávís starvsøki halda fram ótarnað. Her er talan um m.a. heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur. Hesi starvsfólk mugu røkja sínar arbeiðsligu skyldur, og tað kann geva avbjóðingar viðv. ansing.

Dagstovnar og frítíðarskúlarnir mugu tí hava opið í neyðugum vavi fyri børnum, sum ganga á dagstovni og í frítíðarskúla, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og ongan møguleika hava fyri ansing annars.

Hesi foreldur mugu venda sær til stovnsleiðsluna við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði. Eindarleiðariner tøkur til tykkum, um tit eru í iva um, hvør eigur at fáa veitt dagstovnapláss í hesum tíðarskeiði. Somuleiðis kann støðan broytast í mun til hvør hevur tørv á plássi, so hvørt dagarnir ganga og skal tí metast um støðuna so hvørt.

Tilmælið er, at ikki fleiri enn 5 vøggustovubørn og 10 barnagarðs- og frítíðarskúlabørn og vaksin eru saman í hvørjum høli. Í hesum sambandi verður heitt á stovnsleiðslurnar at samskipa tilgongdir saman við starvsfólkum.

Sum vant leiðir og skipar stovnsleiðslan arbeiðsbýtið millum starvsfólk. Vanliga dagstovnatilboðið er niðurlagt, og tí er talan um serstøðu við avmarkaðum virksemi. Starvsfólk arbeiða í ein mun sum vanligt við børnum, men í annan mun arbeiða tey á annan hátt. Starvsfólk skulu kunnast um, at tey skulu vera tøk í hesum tíðarskeiði, hóast virksemi er skert.

Stovnsleiðslurnar verða bidnar um at seta fyriskipanir í verk, sostarvstíðin hjá starvsfólkunum verður gagnnýtt til virksemi, ið kann útinnast í hesi serligu støðu. Møguliga kann nakað av arbeiði verða gjørt heimanifrá, men starvsfólkini skulu eisini hava høvi til at arbeiða á stovninum, um tað gerst neyðugt. Í hesum sambandi eiga stovnarnir at taka fyrivarni fyri, at starvsfólk fylgja ráðum frá heilsumyndugleikunum.

Tit hava fingið kunningarskriv har foreldrini verða kunnað um støðuna og fáa tit nýggj kunningarskriv um tørvur er á tí.

Viðvíkjandi løn og rættindum kemur nærri kunning seinni.

Talan er um eina undantaksstøðu, sum fyribils er galdandi í 2 vikur. Tamarhald er enn á støðuni í Føroyum, men av tí at støðan í londunum kring okkum er hættislig, verða hesi tiltøk sett í verk fyri at minka um vandan fyri smittu spjaðing í Føroyum. Hvør einstakur eigur at taka ábyrgd fyri sjálvum sær og sínum nærmastu.

Fyri at styrkja tilbúgvingina og økja um trygdina, so heita vit á tykkum um at senda eindarleiðararum teir navnalistar við telefon nummur, ið tit hava á øllum starvsfólkum, børnum og teirra foreldrum. Somuleiðis kann tað vera ein eyka trygd um tit eisini senda arbeiðsskema fyri stovnin næstu 14 dagarnar, um okkurt skuldi komið óvart á t.d. um onkur leiðari skuldi verið raktur av sjúku.

 

Barna- og ungdómsdeilin

Tórshavnar kommuna


Skrivað: weihe

Seinastu tíðindi

Dagstovnarnir lata upp mándagin
07.05.2020
Einki dagstovnagjald fyri mai
01.05.2020
Her er kunningin frá Tórshavnar kommunu
13.03.2020
kunning um skerdu stovnsviðurskiftini liggja á heimasíðuni í morgin 13.03.20
12.03.2020
Føstulávintshald 24.02.20
18.02.2020
Sigrun gevst
11.12.2019
Stongt!
21.11.2019