Dagstovnurin í Løkjatúni

Námsætlan

Dagstovnurin í Løkjatúni er ein kommunalur ansingarstovnur undir
Tórshavnar kommunu. Stovnurin varð tikin í nýtslu í august
2004. Stovnurin er normeraður til 64 børn: 24 vøggustovubørn og
40 barnagarðsbørn. Í løtuni eru 9 námsfrøðingar og 4 hjálparfólk í
føstum starvi á stovninum.


Á sumri 2012 valdu vit at broyta stovnin til at vera aldursuppbýtan, soleiðis, at børnini eru
knýtt at einari stovu eitt ella tvey ár.


Løkjastova er stovan fyri tey sum eru ½ ár til 2 ára gomul
Høvuðsuppgávan er at geva børnunum eina góða, róliga og vælskipaða byrjan upp á
dagstovnalívið. Vit hava fastar gerandisvanar, og hava virksemi, sum er mennandi fyri teir
persónligu og sosialu førleikarnar hjá teimum minstu. Umsorgan, tryggleiki og nærleiki er
tað yvirskipaða, sum vit leggja dent á í Løkjastovu.

Sandástova er stovan fyri tey 2 - 3 ára gomlu
Uppgávan er at seta saman ein avbjóðandi, gevandi og hendingaríkan gerandisdag.
Fastir vanar hava týdning, umframt kunnleikin til tað einstaka barnið, tá vit fyrireika tað
námsfrøðiliga virksemið. Umsorgan og vegleiðing í einum tíðarskeiði, sum er merkt av
sjálvstøðugerð og tilvitan um seg sjálvan.

Reynstova er stovan fyri tey frá 3 - 4 ára gomlu
Høvuðsuppgávan er at byggja víðari á ta menning og teir vanar, sum eru mentir í vøggustovunum,
samstundis sum at børnini fáa størri frælsi og ábyrgd. Tey sleppa at møta
nýggjum avbjóðingum. Umsorgan og vegleiðing í eini tíð, har “eg í felagsskapinum” byrjar
at fylla.

Rossastova er stovan fyri tey frá 5 - 6 ára gomlu
Høvuðsuppgávan er at skapa eitt umhvørvi, har barnið fær mennandi avbjóðingar innan
tað sosiala, málsliga og kropsliga økið í mun til sítt egna støði. Tað, at barnið mennir síni
bindindi og sína ábyrgdarkenslu. Fyrireikandi arbeiðið í mun til at barnið er við at fara inn
í skúlaskipanina.

Endamál

Endamálið við tí námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum, er, sambært dagstovnalógini § 2:

§ 2. Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum og dagrøktini er:

  • við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á
    fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga
    uppaling
  • at menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði,
    at búgva børninitil innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldu í einum fólkaræðisligum
    samfelag
  • at menna tey skapandi evnini hjá børnunum við atlititil at styrkja teirra samleika, sjálvsvirði,
    sjálvskenslu og evni til at taka sær av egnum viðurskiftum á ein friðarligan og samstarvandi
    hátt
  • at tryggja børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi innandura og við
    uttanumøki, sum hóskar til barnsins aldur og førleika
  • í samstarvi við heimini at styrkja um barnsins fjølbroyttu menning ítøttum samspæli við
    náttúruna.

Virðisgrundarlagið

Okkara virðisgrundarlag byggir á virðing, viðurkenning og javnvirði.

  • Aldursuppbýtar stovur, har umsorgan, tryggleiki og álit er grundarlag undir
    øllum virksemi
  • Eitt námsfrøðiligt virksemi, sum broytist og mennist í tráð við aldur og menning
    hjá barninum
  • Ein felagsskap, har rúmd er fyri fjølbroytni og ymisleika
  • Ein gerandisdag, har barnið er við til at mynda og hava ávirkan á innihald. Vit
    brúka náttúruna sum rørslurúm og granskingarrúm
  • Opið og álitismerkt samskifti millum stovn og foreldur
  • Ein starvsfólkabólk, sum er í støðugari menning, sum sær reflektión og
    eftirmeting yvir egna praksis sum ein týðandi part av arbeiði sínum

Námsfrøðiligt ástøði

Vit hava valt at grunda okkara námsfrøðiliga arbeiði á Reggio Emilia–hugsunarháttin og
á viðurkennandi námsfrøði. Ein námsfrøðiligan hugsunarhátt, sum snýr seg um at taka
barnið í álvara. At hava tíð og umsorgan fyri barninum. At lurta eftir, hvat barnið sigur og
eygleiða, hvat barnið ger. At undrast, granska og mennast saman við barninum. Tað er út
frá hesum hugsunarhátti at vit skapa karmar fyri luttøku í spæli, læring og menning.

Reggio Emilia-hugsunarháttur

Í Miðdeplinum fyri Reggio Emilia-hugsunarháttinum stendur hugsanin um teir tríggjar
pedagogarnar: Pedagogurin, pedagogikkurin og rúmið. Hesi trý lið ávirka hvørt annað og
skapa karmar fyri læring, luttøku og menning.

Hugsunarhátturin tekur støði í einum menniskjasýni, har barnið verður sætt sum
ressursusterkt, týdningarmikið og kompetent - longu frá tí at tað er føtt. Børn hugkveikja
børn, áhugin smittar og tey læra nógv av hvørjum øðrum. Børnini hava ávirkan á sín egna
dag, við at tey vaksnu geva sær far um tað sum børnini eru upptikin av, tá karmar fyri
lærutilgongdum verða fyrireikaðir. Starvsfólkini á dagstovninum skulu vera vegvísarar og
viðgranskarar við at lurta eftir børnunum, seta seg inn í teirra verð og vera til staðar - bæði
fysiskt og mentalt.

Vit vaksnu skulu fyrireika góðar lærutilgongdir til børnini, vera spyrjandi og undra okkum.
Tað er uppgávan hjá okkum at stuðla granskanini hjá barninum. Rúmini á dagstovninum
skulu endurspegla tað, sum børnini eru upptikin av. Tað fysiska umhvørvið skal stimbra
til forvitni, spæl og læring. Vit halda tað tískil hava týdning, at rúmini eru innrættað og
skipað eftir aldri og menningarstøði hjá barninum.

Tað fría spælið skal hava tíð og rúm, tí spælið er ein náttúruligur máti hjá børnum at vera
saman uppá. Spælið er samleikamennandi og styrkir sjálvskensluna hjá barninum.

Viðurkennandi námsfrøði

Stovnurin arbeiðir eftir teim virðum, sum liggja í viðurkennandi námsfrøði. Hetta, at børn
skulu uppliva seg sædd, hoyrd og viðurkend. Vit hava fokus á relatiónirnar, sum er millum
menniskju og á tann hátt royna vit at fáa tað besta fram í øllum. Viðurkennandi námsfrøði
snýr seg um at taka støði í útspælinum frá barninum, og byggja víðari uppá tað jaliga.
Viðurkennandi námsfrøði er ikki ein arbeiðsháttur, men eitt menniskjasýni.

Starvsfólk

Vit vilja vera ein starvsfólkabólkur í støðugari menning, sum sær reflektion og eftirmeting
yvir egna praksis sum ein týdningarmiklan part av námsfrøðiliga arbeiðinum.

Vit vilja vera vaksin sum eru lurtandi, hjálpandi, jalig, opin og undrandi. Vit vilja møta barninum
á ein hátt, sum fremur sjálvsvirði. Børnini skulu merkja, at vit síggja tey, sum tey eru,
og at tey merkja, at tey eru okey, akkurát sum tey eru.

Vit vilja fegin vera týðilig vaksin, sum vísa umsorgan og sum vegleiða.

Vit taka javnan upp til eftirmeting okkara hugburðir og virði, soleiðis, at vit kunnu gerast
meira tiltivað um okkum sjálvi, og harvið mennast persónliga og fakliga.

Námsfrøðilig stevnumið 

Stovurnar hava gjørt námsfrøðilig stevnumið fyri hvønn aldursbólkin sær.

Stevnumiðini eru býtt sundur í hesar menningarbólkar: “Persónlig menning”, “Sosial
menning”, “Rørslulig menning”, “Mentunarlig menning”, “Málslig menning”, “Skapandi
evnir” og “Náttúran”.

Hvussu arbeiða vit á stovninum

Stovurnar skipa hvør sær gerandisdagin við støði í teim námsfrøðiligu virðum og stevnumiðum,
sum eru orðað fyri stovnin, og við støði í, hvat rørir seg í barnabólkinum.

Stovurnar kunna um virksemi sítt gjøgnum fokustalvur, heimasíðu, skriv, myndir og aðra
dokumentatión.

Av og á skipa vitfyrifelags tema, evnisviku, og arbeiða tvørtur um aldursbólkarnar, soleiðis,
at børnini læra av hvørjum øðrum.

 

Faldarin kann takast niður her