Dagstovnurin í Løkjatúni

Traðastova- Túr í Sandá

Fyri stuttum síðan vóru vit ein túr í ánni Sandá, niðanfyri barnagarðin. Stovnurin eigur ein kassa við spannum og spakum har niðri, so børnini hugnaðu sær við vatni. Hetta eydnaðist avbera væl, sjálvt um veðrið ikki var av tí besta, og verur avgjørt gjørt aftur í summar.