Dagstovnurin í Løkjatúni

Løkjástova - Plantu- og djóralív

Í løtuni arbeiða vit við eini verkætlan, ið eitur nátttúrulív, har vit arbeiða við plantu- og djóralívi. Vit hava millum annað fingið smolt í eitt akvarium innií stovuni, har børnini síðani sloppu oman í ánna at finna ymiskt at koyra í til teir. Vit hava eisini plantað ymiskt frø í íløt, millum annað radisur, ertrar, purrleyk osfr. Tað verður spennandi at fylgja við hvussu tað fer at veksa :)