Dagstovnurin í Løkjatúni

Løkjastova - vika 15

Mikudagin fóru fýra børn niðan í Norðurlandahúsið, til barnafestival - har tey hoyrdu søgu og symphoniar kestrið spældi, tað dámdi teimum væl at síggja og lurta eftir. Hini fóru út í garðin at spæla í øllum regninum og vit tendraðu eisini fyri krananum so tey ordiliga sloppu at plaska við vatn. Ein deiligur dagur :) Hósdagin spældu vit úti í garðinum. Fríggjadagin fóru seks børn niðan í Norðurlandarhúsið til Strange Feathers - tað vóru trý fólk, íklødd sum fuglar, tey dansaðu, gjørdu ymsar røslur, sum td bóltarút, standa á hendrunum o.a., spældu tónleik ímillum eina rúgvu av fjaðrum. Tað var sera stuttligt at síggja :)