Dagstovnurin í Løkjatúni

Traðastova- rýtmik

Mikudagur 04.04.2018. Vit hava fingið ymisk amboð at brúka til at venja rýtmik við. Vit fóru skiftivís í síðurúmi at ganga á máttum, grulva gjøgnum rørið, bølta rút, kasta bólt millum hvønn Annan og annað ið børnini funnu uppá. Hetta dáma børnini sera væl, og verður nakað vit fara at gera inn ímillum.