Dagstovnurin í Løkjatúni

Løkjástova - vika 4

Hesa vikuna hava vit deilt okkum í bólkar. Nøkur børn hava verið uppi í Dagstovninum á Hamrinum og vitjað og etið matpakka. Nøkur hava verið til SPA, har dentur verður lagdur á sansirnar hjá børnunm. Har tey m.a kundu fáa fótabað við/uttan boblur. Nerta við turkaði bløð, ein stórur kassi har havragrýn og rís vóru í, og tey høvdu møguleika at sita í kassanum. Eisini høvdu vit gjørt eina blanding av eplamjøli og vatni, sum verður slímut at nerta við. Børnunum dámdu hetta seera væl. Summi hava eisini verið á vesinum og spælt og plaskað við vatn.