Dagstovnurin í Løkjatúni

Vika 47 í Løkjástovu

Hvønn dag við 9 tíðina fáa børnini frukt og tá syngja vit saman, vit byrja við at syngja góðan morgun, aðrir sangir, ið vit syngja eru m.a: Ein lítil/stórur laksur Trala Lítli Pætur eiturkoppur Hjulini á bussinum Lítla brúgv og nú eru vit eisini byrjaði at syngja ymiskar jólasangir.

Í vikuni hava nøkur verið túr í SMS og hugt eftir jólabýnum, nøkur hava eisini etið matpakka í SMS og so hava vit spælt inni og úti í garðinum.