Dagstovnurin í Løkjatúni

Løkjástova - Vika 45 & 46

Vit hava verið úti og spælt í tí kalda, men góða veðrinum, vit hava verið túrar í Grasagarði og givið dunnunum breyð. Tá veðrið hevur verið minni gott, hava vit spælt inni, vit hava havt ein "spa-dag" har vit løgdu dent á sansirnar hjá børnunum við at fyrstu traðkaðu tey í ymiskar kassar við ymiskum í; bløð, havragrýn og rís, síðani fóru tey í fótabað og endaðu so við at fáa eina fótmassagu við olju. Børnini dámdu tað sera væl. Eisini hava vit spælt við vatn , málað og pyntað til jóla.