Dagstovnurin í Løkjatúni

Sandástova - Desember

Tað sær ikki út til, at vit hava gjørt nógv annað, enn at etið ís og annað lekkurt, men Ayla og Jósef hava havt føðingardag og Ayla er nú flutt til Onglands at búgva. Ruben hevur bjóðað okkum muffins, tí hann skiftir stovn aftaná jól. Og Anna H. hevur eisini bjóðað ís tí hon fer niður at lesa - vit ynskja teimum øllum alt tað besta framyvir og takk fyri tíðina saman í Sandástovu. Vit hava eisini havt jólahald, har Julius og Rógvi komu ein túr forbí, tað dámdu børnunum væl. Vit hava fingið lekkran jóladøgurða, sum var lambakjøt. Vit ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár og takk fyri tað brátt farna :)