Dagstovnurin í Løkjatúni

Sandástova - januar

Í januar hevur veðrið ikki verið av tí besta og vit hava tí verið nógv inni hendan mánaðin. Vit hava hildið føðingardag fyri Hanus og Bjørt, sum blivu 3 ár í januar og vit hava hildið føðingardag fyri Lilju, sum bleiv 2 ár í desember. Vit hava spælt nógv inni á vesinum, har børnini sleppa at plaska við vatn. Vit hava spælt modelervoks og málað. Eisini eru trý nýggj børn byrjaði í Sandástovu hendan mánaðin - 2 gentur og 1 drongur.