Dagstovnurin í Løkjatúni

Sandástova

í desember hava vit hava jólahald á stovninum, har vit dansaðu jólatræ og børnini fingu pakka frá Julius og Rógva og fingu lekkran døgurða. Børnini hava gjørt ymisk sløg av jólapynti. Vit hava verið túr m.a á spæliplássinum á Teigi. Vit hava havt sansastimbran, tað dámdu børninum øgiliga væl. Eisini hava vit bakað piparnøtur, sum børnini eisini fingu við heim, tey vóru so glað og stolt.