Dagstovnurin í Løkjatúni

Traðastova- Vika 15

Verkætlanin i Apríl-Mai er Røsla og motorikkur. Hesa vikuna hava vit verið túrar. Týsdagin 9. apríl vóru nøkur børn ein langan gongutúr oman á Bókasavnið har vit ótu matpakka. ávegnum hoppaðu vit á steinum og hugdu at ymiskum á vegnum. Mikudagin 10. apríl vóru nøkur børn ein túr oman í Dagstovnin á Argjum, myndatóli var tó ikki við hendan túrin. Hósdagin 11. apríl vóru vit sum vant hósdag, í fimi. Børnini fara skiftivís í fimi, soleiðis at øll sleppa.