Dagstovnurin í Løkjatúni

Betri vinir - Løkjastova

Í dag (16 januar) hevur Bamsa verið og vitjað okkum í Løkjatúni. Bamsa kom við einum løgreglubili og hevði ein sekk við lítlu bamsunum við sær. Bamsa var so fitt. Hon gav okkum øllum eitt stórt klemm! :) Aftaná Bamsa var farin fóru vit inn í Løkjastovu, har vit heilsaðu uppá klemmu bamsuna, sum fer at búgva inni hjá okkum. Vit hava gjørt eina heingikoyggju til hana at sova í. Vit fingu øll eitt stórt klemm frá henni áðrenn hon fór at sova. Eftir hettar fekk hvørt barnið eina bamsu í part at hava við sær at sova í vogninum, meðan tey børnini, ið ikki sova hava koyrt hana í sítt rúm. Bamsurnar eru so fittar og lekkrar at klemma! :)