Dagstovnurin í Løkjatúni

Løkjastova - Desember

Desember mánaðin hevur verið fyltur við jólahugna :) Vit hava millum annað verið í kirkju, havt jólahugna á stovninum, har Julius og Rógvi komu á vitjan og eftir hettar vóru foreldrini bjóðaði til jólahugna, har vit í vøggustovuni gingu lusia :) Vit hava eisini verið úti og spælt, verið túrar í jólabýnum í SMS og á bókasavninum, har vit hava lisið bøkur og klipt :) Vit hava eisini málað ymiskt jólapynt og gjørt jólagávur til mammu og babba. Eisini hava vit bakað piparnøtur, hettar var so stuttligt :)