Dagstovnurin í Løkjatúni

Fletting 7. Novembur

Mikudagur 7. Novembur. Í dag hevur pápi Brestir, Jóhannes, flett eitt gimburlamb á stovninum. Seyðurin var dripin áðrenn hann kom á stovnin og børnini vóru sera spent at síggja. Tað bleiv tummað og vombin bleiv tikin úr. Jóhannes fortaldi børninum um nyrini, lunguni og hjarta. Børnini sloppu at røra við og tey vóru sera áhugaði at prøva. Eisini bleiv vombin tømd, tá vóru ta fleiri ið hildu fyri nøsina. Fleiri børn hildu seg framat at síggja, røra og spyrja. Seinni sóu vit eisini børn spæla at tey flettu, so tað hevur helt sikkur gjørt eitt inntryk á børnini. Alt í alt var tað ein væleydnaður dagur, ið helt sikkurt verur endurtikin einaferð.