Dagstovnurin í Løkjatúni

Traðastova- sjósavnið

17. oktobur vóru vit á sjósavninum. Vit fóru øll 7 avstað og hugnaðu okkum. Vit sloppu bæði at síggja og røra við krabbar og annað. Har var sera nógv at síggja, millum annað stórir fiskar, ið børnini hildu vera hávar. Eisini var møguligt at fanga krappar við tráðu úti. Hetta var ein sera spennandi túrur og bæði børn og vaksin hugnaðu sær.