Dagstovnurin í Løkjatúni

Kostur


Vit ynskja, at hava hesar meginreglar fyri kostin á stovninum:

  • At maturin sum stovnurin bjóðar er heilsugóður og styrkjandi.
  • At matpakkin er heilsugóður tvs. sunnur og varierandi kostur.
  • At verða við til at geva børnunum góðar kostsvanar.
  • At læra børnini vanligan borðsið.
  • At stuðla undir at børnini gerast sjálvbjargin, og sjálvi læra seg at fáa sær at eta og drekka.
  • At skapa góðar karmar rundan um máltíðirnar, so tað verður hugnaligt at eta saman.

Matpakkar:
Børnini hava matpakka við hvønn dag.
Av og á hava vit kalt borð, tá hanga vit ein lista upp, har vit skriva hvat viðskera tit taka við.

Vit heita á foreldur um ikki at geva børnunum tyggigummi, bomm o.l. við á stovnin.

Mjólk:
Børnini fáa mjólk til fruktina og millummálan frá stovninum. Tey fáa vatn saman við matpakkanum.

Millummáli og frukt: 
Børnini fáa frukt hvønn morgun og eina góða og sunna millummáltíð uml. kl. 14.00 hvønn dag.

Føðingardagar:
Stovnurin hevur valt, at vit bert fara heim í føðingardag hjá børnunum tað seinasta árið hjá barninum á stovninum. Tá barnið hevur føðingardag, eru tit vælkomin at bjóða eitt hvørt á stovuni barnið gongur á . Vit hava hesi trý hugskot at velja í:

  • Bollar og kakao
  • Ís
  • Frugt og/ella grønt