Dagstovnurin í Løkjatúni

Klæðir


Barnið skal altíð hava eitt sett av skiftiklæðum, góð og heit uttanduraklæðir og gummistilvar. Ynskiligt er, at barnagarðsbarnið hevur eitt sett av skiftiklæðum í einum lítlum ryggsekki, sum barnið kann taka við sær, tá farið verður longri túrar.

Navn skal vera í øllum klæðunum.

Foreldrini hava sjálvi ábyrgdina av at halda klædnarúmið rudduligt, og halda skil á at onki manglar.